Felagið hevur samráðingarrætt við Fíggjarmálaráðið, og verandi sáttmáli er galdandi frá 1. oktober 2005 og kann í fyrsta lagi sigast upp til 1. oktober 2010. Felagið hevur fyri kortum sett í verk álitisfólkaskipan.
Felagið kann eftir umsókn veita limum stuðul til útbúgvingarendamál og skeiðluttøku.
Musikklærarafelagið er fullgildur limur í norðurlendska samtakinum NUMU (Nordisk Union for Musik Utbildare).
Dagliga samskiftið millum limir og nevnd fer fram inni á mlf-ráðstevnuni á first class.
Í nevnd felagsins eru Sámal Petersen, formaður, Helga Hilmarsdóttir Gerðalíð, kassameistari, og Jens Knudsen, skrivari. Sámal Petersen er at hitta týsdag, mikudag og hósdag millum kl. 11 og 12.
