Sáttmáli
millum
Fíggjarmálaráðið
og
Musikklærarafelag Føroya
Innihaldsyvirlit
1. kapitul
§ 1. Øki
Sáttmálin er fyri lærarar í føroysku musikkskúlaskipanini.
2. kapitul
§ 2. Setan
Kapitlið er um lærara, sum er settur í starv í 3 mánaðir ella longur. Starvið er fast starv ella tíðaravmarkað.
Stk. 2. Treytirnar fyri at verða settur í fast starv, eru ásettar í § 5 í Ll. nr. 69 frá 7. juni 1984 um stuðul til musikkskúlar.
Stk.3. Fyri at verða settur í fast starv skal lærarin harafturat hava í øllum førum hálvt starv.
§ 3. Setanarbræv
Í seinasta lagi 14 dagar eftir setanina fær lærari setanarbræv. Í setanarbrævinum skal standa:
1) navn og bústaður hjá setanarmyndugleikanum og tí setta,
2) nær setanin tekur við,
3) galdandi sáttmáli millum omanfyri nevndu partar at ganga eftir,
4) starvsheiti,
5) byrjanarløn (grundløn umframt fastar viðbøtur og/ella ískoyti),
6) eftirlønargjald,
7) starvsaldur og næstu broytingar í starvsaldri,
8) uppsagnartíð frá arbeiðsgevara og setta,
9) setanarbrotpartur, arbeiðstíð
10) frítíð við løn og frítíðarískoyti,
11) setanarøki og
12) arbeiðsstaður/staðir í løtuni (fatar arbeiðið um fleiri skúlar, skal verða viðmerkt í hvørjum skúla umsøkjarin hevur høvuðsstarv).
§ 4. Arbeiðstíð
Musikkskúlalærarar hava skyldu til at undirvísa 20 klokkutímar um vikuna í 40 vikur, og fylgir undirvísingin fólkaskúlaárinum. At fólkaskúlarnir hava frídagar at ráða yvir, og ikki leggja teir samstundis, kann volda trupulleikar fyri musikklærarar. Slíkar trupulleikar eigur musikkskúlasamskipanin at loysa í samráð við læraran og felagið.
Stk. 2. Møguleiki eigur at vera hjá lærarum og leiðslu at umleggja undirvísingartíðina soleiðis, at musikklærari kann undirvísa 22 klokkutímar í 36 vikur. Tó kunnu hesir nýta 2 klokkutímar til lærarasamanspæl og konsertir eftir nærri ásettum reglum. Í hesum føri verða tær fýra vikurnar, sum eru á muni, lagdar afturat summarfrítíðini. Tó skulu í minsta lagi tvær teirra verða lagdar í juni mánaði.
Stk. 3. Fyrireiking, venjingar, verkskeið, næmingakonsertir, lærarafundir o.a. verður at rokna sum partur av arbeiðinum.
Stk. 4. Fyri lærara ið undirvísir við fleiri musikkskúlar kann gerast avtala um niðurskurð.
Stk. 5. Lærarar, sum í sínum starvi ferðast ímillum arbeiðsøki, fáa ferðakostnaðin endurgoldnan. Lærarar eiga í mesta mun at nýta almenna ferðasambandið. Um nýtsla av egnum bili metist neyðug, verður km-gjald latið sambært galdandi reglum og harafturat møguligt ferðagjald fyri bil, har ferðing sjóvegis er neyðug.
Stk. 6. Fyri limir felagsins galda reglur um dagpening sambært semju millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins. Hetta er tó ikki galdandi fyri lærarar, ið fáa niðurskurð sambært stk. 4, uttan so at teir mugu liggja nátt.
Stk. 7. Lærarar seksti ár og eldri fáa tveir tímar niðurskurð, men treytað av, at starvsaldurin hjá viðkomandi er meira enn 15 ár.
Stk. 8. Lærarar eiga í seinasta lagi 1. juni at fáa tímatalvuna fyri næsta skúlaár. Møguleikar eru tó fyri smærri broytingum.
§ 5. Løn
Lærarastørv verða lønt og flokkað sum ásett í kapitul 4.
Stk. 2. Lønin verður eftir lønartímum, starvsaldri og eftirløn í ásettu starvstíðini, sum eftir § 3 verður tilskilað í setanarbrævinum.
Stk. 3. Lønin verður goldin mánaðarliga afturút.
§ 6. Eftirløn
Lærari ið hevur í øllum førum hálvt starv, hevur rætt eftirløn.
Stk. 2. Í eftirløn verður goldið tað sum stendur í lønartalvunum.
Stk. 3. Arbeiðsgevarin rindar eftirlønargjaldið í felags (kollektiva) eftirlønarskipan. Sáttmálapartarnir gera serstaka semju um eftirlønarskipan.
Stk. 4. Eftirlønargjaldið verður flutt samstundis, sum lønin verður útgoldin.
§ 7. Uppsagnarfreist o.a.
Viðvíkjandi uppsøgn, løn undir sjúku og eftirsitiløn, verða reglurnar í løgtingslóg nr. 13 frá 20. mars 1958 um starvsmenn at galda.
Stk. 2. Ætlar setanarmyndugleikin at siga starvsfólk úr starvi, skal ætlanarskriv um uppsøgn verða latið starvsfólkinum til ummælis við minst 14 daga freist. Musikklærarafelag Føroya fær ikki ætlanarskrivið, men fráboðan um, at ætlanarskriv er sent starvsfólkinum.
Stk. 3. Uppsøgn eigur í mestan mun at at fylgja skúlaárinum.
Stk. 4. Starvsfólk kann fáa frí við løn, tá ið barn/børn tess er/eru sjúk, tó í mesta lagi í 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi tilsamans 10 dagar um árið. Eigur starvsfólkið fleiri enn 2 børn undir 10 ár, kann tað fáa frí í mesta lagi tilsamans 20 dagar um árið.
§ 8. Barnsferð
Musikklærari, ið er við barn, eigur at siga stovninum frá 3 mánaðir, áðrenn hon væntar sær at eiga. Ger hon ikki tað, hevur stovnurin rætt til at siga henni upp frá tí degi, hon gerst óarbeiðsfør.
Stk. 2. Musikklærara verður veitt fulla løn fyri tíðina, frá tí, hon gerst óarbeiðsfør, tó í mesta lagi 8 vikur undan føðing, og tilsamans 24 vikur. Harafturat kann hon fáa frí uttan løn í 6 vikur, og kann hon søkja um upp til 5 mánaðir frí afturat hesum uttan løn, tó uttan at missa lønaraldur. Í hesum sambandi kann mannligur lærari eisini eftir umsókn fáa frí 1 mánaða, uttan miss í lønaraldri.
Stk. 3. Umframt tær í 2. stk. nevndu sømdir, kann musikklærari fáa upp til 6 mánaða sjúkrafrí í slíkum førum, har hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum. Undir slíkum umstøðum verður veitt henni full løn.
Stk. 4. Um musikklærari ættleiðir barn, fær hon eftir umsókn tænastufrí upp til 24 vikur við løn. Í hesum sambandi kann mannligur limur eftir umsókn fáa frí uttan løn í 1 mánaða, uttan miss í lønaraldri.
Stk. 5. Fellur partur av teimum 24 vikunum í stk. 2 í summarfrítíðini, verður farloyvið (tær 24 vikurnar) longt so nógvar dagari, sum falla í summarfrítíðini, tó í mesta lagi 5 vikur.
§ 9. Farloyvi
Lærari kann eftir umsókn fáa farloyvi við ongari løn, um so er, at tað ikki verður til ampa fyri undirvísingina. Farloyvi kann tó í styttri tíð veitast við løn ella niðursettari løn, um so er, at hetta hevur samband við útbúgving/konsertvirksemi, sum tænir áhugamálum musikkskúlans. Tó kunnu mistir tímar takast aftur í samráð við næmingar og leiðslu.
Stk. 2. Umsókn um farloyvi við løn má vera setanarmyndugleikanum í hendi í seinasta lagi 1 mánað undan fyrsta farloyvisdegi. Slíkt farloyvi verður bert givið 1 ferð hvørja skúlaárshálvu og í mesta lagi 5 skúladagar hvørja ferð.
Stk. 3. Lærara, ið hevur virkað í musikkskúlaskipanini í minsta lagi í 3 ár, kann verða givið farloyvi uttan løn í upp til 1 ár í senn og í mesta lagi í 2 ár. Tað er skylda musikkskúlans at skipa so fyri, at starv stendur viðkomandi opið, tá ið farloyvistíðin er av.
§ 10. Frítíð
Frítíð er eftir løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn við seinni broytingum. Innvinningarárið er skúlaárið, við teirri treyt, at frítíðarmynduleikin góðkennir tað.
§ 11 Samstarvsráð
Musikkskúlaskipanin, álitisfólk og varaálitisfólk verða umboðað í einum samstarvsráði. Samstarvsráðið skal hava innlit í øll mál stovninum viðvíkjandi, og verða avgerðir ikki tiknar, fyrr enn samstarvsráðið hevur gjørt sítt tilmæli.
3. kapitul
§ 12. Fyribilssetan
Kapitlið er um starvsfólk, sum er sett sum avloysari, tí at annað starvsfólk er sjúkt ella er burtur av øðrum grundum ella sum er sett í annað fyribilsstarv í styttri tíð enn 3 mánaðir.
§ 13. Barnsburður, ættleiðing og sjúka
Fyribilssett starvsfólk kemur undir javnstøðulógina og dagpeningalógina.
§ 14 Eftirsitiløn
Doyr musikklærari í tænastutíðini, eiga hjúnafelagi/samlivari ella børn undir 21 ár, sum hann uppiheldur, løn í 3 mánaðir. Eftirsitilønin er seinast útgoldna mánaðarlønin. Lønin í mánaðinum, tá ið musikklærarin doyr, verður ikki roknað upp í eftirsitilønina.
§ 15 Uppsøgn
Setanin hjá fyribilssettum kann enda frá einum degi til annan. Setanin er av við ongari fráboðan, tann dagin avtalað varð, tá ið starvsfólkið varð sett í starv. Setanin kann verða longd, og verður tá at roknað sum ikki slitin.
§ 16 Aðrar setanartreytir
Fyri fyribilssett galda annars hesar ásetingar í kap. 2:
1) § 3 um setanarbræv, er setanin longri enn ein mánað
2) § 5, stk. 3 um lønarútgjalding
3) § 10 um frítíð
4. kapitul
§ 17. Løn
Lærarastørv verða lønt eftir lønartalvum galdandi fyri henda sáttmála.
Stk. 2. Lærari, sum ikki lýkur treytirnar í § 2, stk. 2, fær 80% av byrjunarlønini.
§ 18 Starvsaldur
Lærari verður løntur 2 ár á hvørjum stigi, treytað av, at undirvíst verður í minsta lagi hálva tíð. Verður undirvíst minni enn hálva tíð, verður starvsaldur roknaður lutfalsliga.
Stk. 2. Lærari, sum við loknari og góðkendari útbúgving hava undirvíst ella havt annað tónleikastarv, fáa fullan starvsaldur roknaðan, hevur arbeiðstíðin verið hálv ella meir.
Stk. 3. Tá ið viðurskiftini tala fyri tí, kunnu sáttmálapartanir gera avtalu um starvsaldur eftir øðrum reglum.
§ 19 Flytisamsýning
Um musikklærari eftir áheitan frá Musikkskúlaskipanini verður settur í nýtt høvuðsarbeiðsstað og í tí sambandi noyðist at flyta, verða flutningsútreiðslur av húski og húsbúnaði samsýnt honum eftir rokning.
§ 20. Seravtalur
Í sáttmálatíðini skal bera til at gera seravtalur ímillum Fíggjarmálaráðið og Musikklærarafelag Føroya.
Stk. 2. So hvørt reglugerðir verða gjørdar kunnu samráðingar verða um niðurskurð og samsýningar v.m., herundir broyting av galdandi reglum. Avtalur, ið verða gjørdar í sáttmálatíðini, skulu galda frá hálvársbyrjan í tí hálvárinum, avtalan er gjørd.
§ 21 Gildi
Hesin sáttmáli fær gildi frá 1. oktober í 2010 og til annar parturin sigur upp sáttmálan við 3 mánaða varsli. Tó kann sáttmálin ikki sigast upp fyrr enn í fyrsta lagi til 1. oktober 2011.
Á Argjum á 8. februar 2011
Musikklærarafelag Føroya Fíggjarmálaráðið
Fylgiskjal 1
Álitisfólkaskipan hjá Musikklærarafelag Føroya
§1: Til álitisfólk og varaálitisfólk kunnu veljast limir í Musikklærarafelag Føroya, sum hava lógarkravda útbúgving og minst ½ starv.
Álitisfólk skal hava arbeitt í økinum sum hann/hon er vald í minsta lagi 1 ár, áðrenn viðkomandi kann veljast til álitisfólk, uttan so at tað av serligum umstøðum gerst neyðugt at víkja frá hesum.
Álitisfólk og varaálitisfólk verða vald í hesum økjum:
- Suðuroy, Sandoy og Tórshavn
- Vágar, Norðurstreymoy, Sunda kommuna
- Eysturoy, Norðoyggjar
Stk. 2: Nevndin skipar fyri vali av álitisfólkum og varaálitisfólkum, í teimum ymsu økjunum á hvørjum ári fyri 1. oktober. Valúrslitið skal staðfestast á ársaðalfundi felagsins.
§ 2: Musikklærarafelag Føroya kunnar álitisfólkini um lógir, sáttmálar og aðrar avtalur. Álitisfólkið eigur at ansað eftir at lógir, sáttmálar og aðrar avtalur verða hildnar. Álitisfólkið, ið er talsmaður limanna, hevur saman við leiðaranum á Musikkskúlaskipanini ábyrgd av, at limirnir verða kunnaðir og tiknir við í ráðum um mál, ið viðvíkja arbeiðsplássinum.
Álitisfólkið skal eins og leiðslan syrgja fyri best møguligum samstarvi og góðum arbeiðsviðurskiftum. Álitisfólkið hevur tagnarskyldu.
§ 3: Álitisfólkið hevur rætt og skyldu til at leggja áheitanir og klagur frá limunum fyri leiðaran á Musikkskúlaskipanini. Álitisfólkið skal vera ráðgevandi fyri leiðaran á Musikkskúlaskipanini, Musikklærarafelag Føroya og limir tess um arbeiðsviðurskifti, rættindi og skyldur.
Álitisfólkið hevur skyldu til at kunna limirnar í økinum og Musikklærarafelag Føroya um øll viðkomandi viðurskifti.
§ 4: Tá ið musikklærari verður sagdur úr starvi ella fær boð um at flyta skúla, kann álitisfólkið leggja málið fyri Musikklærarafelag Føroya.
§ 5: Verður álitisfólk uppsagt, skal uppsøgnin viðgerast millum Musikklærarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Við uppsøgnini skal fylgja holl skrivlig grundgeving fyri uppsøgnina. Hendan grundgeving verður grundarlagið undir fundinum millum Musikklærarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
§ 6: Tá ið álitisfólk og starvsfólk søkja um at sleppa á álitisfólkaskeið, fer arbeiðsgevarin at viðgera slíkar umsóknir við vælvild. Sama er galdandi fyri nevndarlimir í felagnum.
Á Argjum 8.februar 2011
Musikklærarafelag Føroya Fíggjarmálaráðið
Fylgiskjal 2
Seravtala um lærarar ið undirvísa við fleiri musikkskúlar
Við støði í § 4, stk. 4 hava Musikklærarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið gjørt hesa avtalu.
Niðurskurður av undirvísingartíð í klokkutímum verður soleiðis:
1) Lærari sum undirvísir við 2 musikkskúlar við meira enn
1a) Lærari sum undirvísir við 2 musikkskúlar og ferðast meira enn eina ferð um vikuna millum undirvísingarstøðini og frástøðan faldað við 2 blívur meira enn
2) Lærari sum undirvísir við 3, 4 ella 5 musikkskúlar við minst
3) Lærari sum undirvísir við 4 ella 5 musikkskúlar, og undirvísingarstøðini liggja nærri enn
4) Lærari sum ferðast sjóvegis millum undirvísingarstøð fær niðurskurð á 1,0 tíma um vikuna.
5) Minst helvtin av hesum niðurskurðstímum hjá tí einstaka læraranum skulu avspákast í juni.
6) Avtalan er galdandi frá 1. august 2008 og kunnu partarnir siga hann upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til tann 1. oktober 2010.
|
Tal av musikkskúlum sum lærarin starvast við |
Km millum undirvísingar- støð |
Niðurskurður av undirvísingartíð í klokkutímum um vikuna |
|
2 musikkskúlar |
|
0,5 |
|
3, 4 ella 5 |
|
1 |
|
4 ella 5 |
|
0,5 |
|
|
Sjóvegis |
1,0 |
Framferðarháttur:
Punkt 4 kann leggjast aftrat 1, 2 ella 3.
Punkt 1, 2 og 3 kunnu ikki teljast saman.
Á Argjum 7. november 2008
Musikklærarafelag Føroya Fíggjarmálaráðið
