Samtyktir aðalfundarins

 Aðalfundur Musikklærarafelagsin var hildin á Hotel Føroyum leygardagin 6. november. Nógv vóru møtt til fundin, sum m.a. hevði viðtøkubroytingar á skránni. Eisini skuldu tveir limir veljast í nevndina. Sámal Petersen var valdur á seinasta aðalfundi fyri tvey ár og nú stóðu Jóhannes Andreasen og Helga H. Gerðalíð fyri vali. Jóhannes Andreasen, sum hevur verið formaður, bar seg undan afturvali, Helga Gerðalíð var valin í nevndina og eisini Jens Knudsen. Sum tiltakslimir vóru Agnar Lamhauge og Anna Huedepohl vald. Musikklærarafelagið takkaði Jóhannesi fyri gott arbeiði, hesi árini hann hevur verið í nevndini. Nýggja nevndin hevur skipað seg, Sámal Petersen er formaður, Jens Knudsen skrivari og Helga H. Gerðalíð er kassameistari.