Mentanarvirðisløn Landsins
Mentanarvirðisløn Landsins 2010 var tann 18. mars handað Sunleifi Rasmussen fyri hansara slóðbrótandi arbeiði á tónlistarliga økinum. Sunleif hevur verið sera virkin sum tónaskáld, umframt at vera lærari í Tórshavnar Musikkskúla/miðnám og á Læraraskúlanum. Hann var eisini formaður Musikklærarafelagsin í fleiri ár. Á samkomuni í Norðurlandahúsinum var eisini Heiðursgáva Landsins handað Jonhardi Mikkelsen fyri hansara áhaldandi arbeiði við føroyska bókaútgávu.
Musikklærarafelagið ynskir teimum hjartaliga til lukku við hesi stóru viðurkenning.
