Listaleypurin
Listaleypurin er verkætlan, sum hevur til uppgávu at bjóða fólkaskúlanæmingum kring landið fjølbroyttar listaligar upplivingar. Listafólk kunnu nú søkja um luttøku fyri skúlaárið 2011-2012.
Umsóknarblaðið liggur á www.nlh.fo undir "Listaleypurin." Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar nýta nevnda umsóknarblað og viðhefta skjalprógv, sum lýsir listaverkið.
Gjølligari kunning um Listaleypin fæst á www.nlh.fo og frá verkætlanarleiðaranum, Hedvig Westerlund-Kapnas, á hedvig@nlh.fo ella á tlf. 210125.
Freistin at søkja er 30. apríl 2011 kl. 17.00
