Heiðursgáva Musikklærarafelagsins

Musikklærarafelagið hevur nakrar ferðir givið heiðursgávu til tey, sum hava havt stóra ávirkan á føroyskt tónleikalív. Í ár avgjørdi nevndin at heiðra Marianne Clausen og Zakarias Wang fyri teirra stóra arbeiði við at skráseta og geva út gomlu føroysku kvæðaløgini og Kingoløgini. Hetta er, sum formaður felagsins, Jóhannes Andreasen segði við handanina á Hotel Føroyum, "ein størsta hendingin í føroysku tónlistarsøguni."                                                                                          Marianne Clausen kundi ikki vera við til handanina, men Zakarias Wang tók ímóti gávuni, sum var heiðursskjal og kr. 5.000,00 til hvønn. Áður hava Ovi Olsen, Ólavur Hátún, Bogi Lützen, Alex Sólstein og Kanny Sambleben fingið hesa heiðursgávu.