Bogi Lützen farin frá vegna aldur
Tann 27. mai var ein móttøka í Býráðshøllini í Klaksvík fyri Boga Lützen í sambandi við at hann herfyri fylti 70 ár og fer nú úr starvi.
Bogi byrjaði sítt starv á heysti 1977 tá Tónlistaskúlin í Klaksvík var stovnaður. Hann var bæði lærari og leiðari, tey fyrstu árini var hann einsamallur lærari. Hann má sigast at vera ein av undangongumonnunum í føroyska tónleikalívinum, var ein av teimum, sum stovnaðu Føroya Symfoniorkestur, var dirigentur hjá Klaksvíkar Hornorkestri nøkur ár og stjórnaði eisini Klaksvíkar Sangfelag.
Musikklærarafelagið takkar Boga fyri hansara arbeiði fyri tónleikin í Føroyum.






















