Aðalfundurin 2010
Aðalfundur Musikklærarafelagsins verður á Hotel Føroyum leygardagin 6. november 2010 kl. 13. Fundarskráin verður sambært viðtøkum felagsins. Á skránni eru eisini viðtøkubroytingar. Onnur mál til dagskránna mugu nevndini í hendi 10 dagar fyri fundin. Limir felagsins verða nærri kunnaðir umvegis mlf-ráðstevnuna á First Class.
