Aðalfundur Musikklærarafelagsins 2009

Aðalfundur Musikklærarafelagsins var hildin á Hotel Vágum 14. nov. 2009.
Nógvir limir vóru møttir á fundi og rættiliga lívligt orðaskifti var, m.a. um álitismannaskipanina, sum enn er ein royndarskipan. 
Nevndin var afturvald, Jóhannes Andreasen er formaður, Sámal Petersen skrivari og Helga Gerðalíð  kassameistari.
Eitt av høvuðsmálum nevndarinnar er at arbeiða fyri betri umstøðum fyri musikkskúlarnar kring landið. Flestu skúlarnir húsast í gomlum bygningum, sum bæði eru ov lítlir og óhóskandi til tónleikaundirvísing.