4 føðingardagar
Í hesi vikuni eru tað fýra musikklærarar, sum hava ein stóran føðingardag. Hetta er rættiliga sermerkt og tí vilja vit eisini nevna tað her. Í dag, 14. mars, fylla Bernhard Wilkinson og Heðin Kambsdal 60 ár og leygardagin 19. mars fyllir Sunleif Rasmussen 50 ár og Bogi Lützen 70 ár. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku og takka fyri teirra arbeiði í føroyska musikklívinum.
