Viðtøkur – Musikklærarafelag Føroya
Frá oktober 1986
§ 1. Felagsins endamál og virki
Endamál Musikklærarafelag Føroya er at røkja lønarligu og starvsligu áhugamálini hjá føroysku musikklærarunum, styrkja og stimbra samanhaldið teirra millum, og at virka fyri menning av føroysku musikkuppalingini og føroyska musikklívinum.
§ 2. Roynt verður at náa hesum máli m.a. við
· at hava samráðingarrætt við Landsstýrið
· At taka sær av viðurskiftum limanna og mynduleikanna millum.
· Útgávu av felagsblaði
· Útgávu av undirvísingartilfari og øðrum fakligum tilfari.
· At veita sakkøna hjálp til limir, sum í teirra virki hava slíka hjálp fyri neyðini, og sum felagsnevndin heldur seg kunna stuðla.
· At hava lærarafundir og læraraverkskeið
· At samarbeiða við onnur lærara- og tænastumannafeløg og stovnar við tónlistarligum og listarligum endamálum innlendis og uttanlendis.
§ 3. Limir
Felagið fevnir um vanligar og serligar limir.
Rætt til at vera vanligur limur hava øll tey, sum hava útbúgving í tónleiki á tónleikaháskúla (konservatorium) ella øðrum hægri lærustovni, og eru í starvi við føroysku musikkskúlarnar.
Nevndin kann í serstøkum føri geva persónum við aðrari tónleikaútbúgving limarætt. Sum serligur limur kunnu tónleikastudentar verða upptiknir.
Serligir limir hava ikki atkvøðurætt.
§ 4.
Rætt til at njóta stuðul frá felagnum hava allir vanligir limir.
§ 5. Limagjald
Limagjaldið, sum verður ásett á hvørjum ársaðalfundi, er mánaðarligt og verður tikið av lønini.
§ 6. Aðalfundurin :
· Aðalfundurin er hægsti mynduleiki felagsins.
· Felagsnevndin boðar til regluligan aðalfund á hvørjum ári í oktober, sum skal lýsast 3 vikur undan.
· Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið felagsnevndin heldur tað verða neyðugt, ella tá ið í minsta lagi ein triðingur av limum felagsins krevja tað, og boðað frá hvørji mál skullu viðgerast. Eykaaðalfundurin skal lýsast 3 vikur undan.
· Allar avgerðir verða tiknar á aðalfundi, ella framlagdar til góðkenningar.
§ 7.
· Á aðalfundi verður valdur fundarstjóri, sum leiðir fundin, og ein skrivari.
· Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá hann er lógliga lýstur.
· Á aðalfundi kann bert avgerð verða tikin í málum, sum standa á fundarskránni.
§ 8. Felagsnevndin :
Á aðalfundi verður vald felagsnevnd við trimum limum og tveimum tiltakslimum, ið ikki mugu vera serligir limir.
· Nevndin verður vald skrivliga. Nevndin skipar seg sjálv.
Nevndin hevur í minsta lagi tríggjar nevndarfundir árliga : í oktober, í februar og í maj.
· Nevndin velur limir í tær nevndir har Musikklærarafelag Føroya er umboðað.
§ 9. Um ábyrgd nevndarinnar
Nevndin hevur ábyrgd av dagligu leiðslu felagsins. Nevndin er bundin av felagsins lógum, men hevur annars fullan mynduleika at umboðað felagið.
· Felagsnevndin hevur ábyrgd av felagsins ognum
· Felagið verður bundið av undirskrivt formansins.
§ 10. Formaðurin inkallar til fundar, og leiðir fundirnar.
· Nevndarfundir eru ikki viðtøkuførir, um nevndin ikki er fulmannað
· Allar avgerðir verða skrivaðar upp í gerðarbók, sum verður undirskrivað av øllum nevndarlimunum.
· Skjøl og avrit av øllum týdningarmiklum brøvum verða goymd.
· Nevndarimir og aðrir álitismenn felagsins fáa útreiðslur, teir hava av felagsarbeiði, útgoldnar av felagskassanum.
· Limirnir fáa fundarfrágreiðing frá hildnum fundum.
§ 11. Kassameistarin hevur at røkja fíggjarviðurskifti felagsins :
Innheinta limagjald og greiða útreiðslur.
Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur á ársaðalfundinum til góðkenningar.
§ 12. Roknskaparár felagsins er skúlaárið – 1. august til 31. juli.
Roknskapur felagsins verður grannskoðaður av 2 grannskoðarum sum verða valdir á ársaðalfundi.
§ 13. Felagsslit : Felagið kann verða slitið á regligum aðalfundi, tá ið uppskot um hettar er á skránni, og um 2/3 av limum felagsinsgeva atkvøðu fyri . Um ikki nóg nógvir limir eru á fundi, má verða lýst til nýggjan fund við 1 mánaða ávaring, og ræður tá meirilutin.
Á hesum aðalfundi verður tikin avgerð um, hvat ið gerast skal við ognir felagsins, og ræður her aftur meiriluti.
§ 14. Hesar viðtøkur kunnu bert verða broyttar á regluligum aðalfundi ella eykaaðalfundi, og bert tá 2/3 av teimum møttu limunum, ið hava atkvøðurætt, atkvøða fyri.
|
|
