|
Sáttmáli
millum
Fíggjarmálaráðið
og
Føroya
Musikklærarafelag
2005
til 2010
Innihaldsyvirlit
§ 1. Øki 3
§ 2. Setan. 3
§ 3. Setanarbræv. 3
§ 4. Arbeiðstíð. 3
§ 5. Løn. 4
§ 6. Eftirløn. 4
§ 7. Uppsagnarfreist o.a. 5
§ 8. Barnsferð. 5
§ 9. Farloyvi 5
§ 10. Frítíð. 6
§ 12. Fyribilssetan. 6
§ 13. Barnsburður, ættleiðing og sjúka. 6
§ 14 Eftirsitiløn. 6
§ 15 Uppsøgn. 6
§ 16 Aðrar setanartreytir 6
§ 17. Løn. 7
§ 18 Starvsaldur 7
§ 20. Seravtalur 7
§ 21 Gildi 7
1.
kapitul
§ 1. Øki
Sáttmálin er fyri lærarar í føroysku
musikkskúlaskipanini.
2.
kapitul
§ 2. Setan
Kapitlið er um lærara, sum er settur í starv í 3
mánaðir ella longur. Starvið er fast starv ella tíðaravmarkað.
Stk. 2. Treytirnar fyri at verða settur í fast
starv, eru ásettar í § 5 í Ll. nr. 69 frá 7. juni 1984 um stuðul til
musikkskúlar.
Stk.3. Fyri at verða settur í fast starv skal
lærarin harafturat hava í øllum førum hálvt starv.
§ 3. Setanarbræv
Í seinasta lagi 14 dagar eftir setanina
fær lærari setanarbræv. Í setanarbrævinum skal standa:
1)
navn og bústaður hjá
setanarmyndugleikanum og tí setta,
2)
nær setanin tekur
við,
3)
galdandi sáttmáli
millum omanfyri nevndu partar at ganga eftir,
4)
starvsheiti,
5)
byrjanarløn
(grundløn umframt fastar viðbøtur og/ella ískoyti),
6)
eftirlønargjald,
7)
starvsaldur og næstu
broytingar í starvsaldri,
8)
uppsagnartíð frá
arbeiðsgevara og setta,
9)
setanarbrotpartur,
arbeiðstíð
10) frítíð við løn og frítíðarískoyti,
11) setanarøki og
12) arbeiðsstaður/staðir í løtuni (fatar
arbeiðið um fleiri skúlar, skal verða viðmerkt í hvørjum skúla umsøkjarin
hevur høvuðsstarv).
§ 4. Arbeiðstíð
Musikkskúlalærarar hava skyldu til at
undirvísa 20 klokkutímar um vikuna í 40 vikur, og fylgir undirvísingin
fólkaskúlaárinum. At fólkaskúlarnir hava frídagar at ráða yvir, og ikki
leggja teir samstundis, kann volda trupulleikar fyri musikklærarar. Slíkar
trupulleikar eigur musikkskúlasamskipanin at loysa í samráð við læraran og
felagið.
Stk. 2. Møguleiki eigur at vera hjá lærarum og leiðslu
at umleggja undirvísingartíðina soleiðis, at musikklærari kann undirvísa 22
klokkutímar í 36 vikur. Tó kunnu hesir nýta 2 klokkutímar til lærarasamanspæl
og konsertir eftir nærri ásettum reglum. Í hesum føri verða tær fýra
vikurnar, sum eru á muni, lagdar afturat summarfrítíðini. Tó skulu í minsta
lagi tvær teirra verða lagdar í juni mánaði.
Stk. 3. Fyrireiking, venjingar, verkskeið,
næmingakonsertir, lærarafundir o.a. verður at rokna sum partur av arbeiðinum.
Stk. 4. Fyri lærara ið undirvísir við fleiri
musikkskúlar kann gerast avtala um niðurskurð.
Stk. 5. Lærarar, sum í sínum starvi ferðast ímillum
arbeiðsøki, fáa ferðakostnaðin endurgoldnan. Lærarar eiga í mesta mun at nýta
almenna ferðasambandið. Um nýtsla av egnum bili metist neyðug, verður
km-gjald latið sambært galdandi reglum og harafturat møguligt ferðagjald fyri
bil, har ferðing sjóvegis er neyðug.
Stk. 6. Fyri limir felagsins galda reglur um dagpening
sambært semju millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins. Hetta er
tó ikki galdandi fyri lærarar, ið fáa niðurskurð sambært stk. 4, uttan so at
teir mugu liggja nátt.
Stk. 7. Lærarar seksti ár og eldri fáa tveir tímar
niðurskurð, men treytað av, at starvsaldurin hjá viðkomandi er meira enn 15
ár.
Stk. 8. Lærarar eiga í seinasta lagi 1. juni at fáa
tímatalvuna fyri næsta skúlaár. Møguleikar eru tó fyri smærri broytingum.
§ 5. Løn
Lærarastørv verða lønt og flokkað sum ásett í kapitul 4.
Stk. 2. Lønin verður eftir lønartímum, starvsaldri og
eftirløn í ásettu starvstíðini, sum eftir § 3 verður tilskilað í
setanarbrævinum.
Stk. 3. Lønin verður goldin mánaðarliga afturút.
§ 6. Eftirløn
Lærari ið hevur í øllum førum hálvt starv, hevur rætt eftirløn.
Stk. 2. Í eftirløn verður goldið tað sum stendur í lønartalvunum.
Stk. 3. Arbeiðsgevarin rindar eftirlønargjaldið í
felags (kollektiva) eftirlønarskipan. Sáttmálapartarnir gera serstaka semju
um eftirlønarskipan.
Stk. 4. Eftirlønargjaldið verður flutt samstundis, sum
lønin verður útgoldin.
§ 7. Uppsagnarfreist o.a.
Viðvíkjandi uppsøgn, løn undir sjúku og eftirsitiløn, verða reglurnar í
løgtingslóg nr. 13 frá 20. mars 1958 um starvsmenn at galda.
Stk. 2. Ætlar setanarmyndugleikin at siga starvsfólk úr starvi, skal
ætlanarskriv um uppsøgn verða latið starvsfólkinum til ummælis við minst 14
daga freist. Føroya Musikklærarafelag fær ikki ætlanarskrivið, men fráboðan
um, at ætlanarskriv er sent starvsfólkinum.
Stk. 3. Uppsøgn eigur í mestan mun at at fylgja
skúlaárinum.
Stk. 4. Starvsfólk kann fáa frí við løn, tá ið barn/børn tess er/eru sjúk, tó í
mesta lagi í 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi tilsamans 10 dagar um árið.
Eigur starvsfólkið fleiri enn 2 børn undir 10 ár, kann tað fáa frí í mesta
lagi tilsamans 20 dagar um árið.
§ 8. Barnsferð
Musikklærari, ið er við barn, eigur at siga stovninum frá 3 mánaðir,
áðrenn hon væntar sær at eiga. Ger hon ikki tað, hevur stovnurin rætt til at
siga henni upp frá tí degi, hon gerst óarbeiðsfør.
Stk. 2. Musikklærara verður veitt fulla løn fyri tíðina,
frá tí, hon gerst óarbeiðsfør, tó í mesta lagi 8 vikur undan føðing, og
tilsamans 24 vikur. Harafturat kann hon fáa frí uttan løn í 6 vikur, og kann
hon søkja um upp til 5 mánaðir frí afturat hesum uttan løn, tó uttan at missa
lønaraldur. Í hesum sambandi kann mannligur lærari eisini eftir umsókn fáa
frí 1 mánaða, uttan miss í lønaraldri.
Stk. 3. Umframt tær í 2. stk. nevndu sømdir, kann
musikklærari fáa upp til 6 mánaða sjúkrafrí í slíkum førum, har hon við
læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst
heilsuvandi av at vera í starvinum. Undir slíkum umstøðum verður veitt henni
full løn.
Stk. 4. Um musikklærari ættleiðir barn, fær hon eftir
umsókn tænastufrí upp til 24 vikur við løn. Í hesum sambandi kann mannligur
limur eftir umsókn fáa frí uttan løn í 1 mánaða, uttan miss í lønaraldri.
Stk. 5. Fellur partur av teimum 24 vikunum í stk. 2 í
summarfrítíðini, verður farloyvið (tær 24 vikurnar) longt so nógvar dagari,
sum falla í summarfrítíðini, tó í mesta lagi 5 vikur.
§ 9. Farloyvi
Lærari kann eftir umsókn fáa farloyvi
við ongari løn, um so er, at tað ikki verður til ampa fyri undirvísingina.
Farloyvi kann tó í styttri tíð veitast við løn ella niðursettari løn, um so
er, at hetta hevur samband við útbúgving/konsertvirksemi, sum tænir
áhugamálum musikkskúlans. Tó kunnu mistir tímar takast aftur í samráð við
næmingar og leiðslu.
Stk. 2. Umsókn um farloyvi við løn má vera
setanarmyndugleikanum í hendi í seinasta lagi 1 mánað undan fyrsta
farloyvisdegi. Slíkt farloyvi verður bert givið 1 ferð hvørja skúlaárshálvu
og í mesta lagi 5 skúladagar hvørja ferð.
Stk. 3. Lærara, ið hevur virkað í musikkskúlaskipanini
í minsta lagi í 3 ár, kann verða givið farloyvi uttan løn í upp til 1 ár í
senn og í mesta lagi í 2 ár. Tað er skylda musikkskúlans at skipa so fyri, at
starv stendur viðkomandi opið, tá ið farloyvistíðin er av.
§ 10. Frítíð
Frítíð er eftir løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn
við seinni broytingum. Innvinningarárið er skúlaárið, við teirri treyt, at frítíðarmynduleikin
góðkennir tað.
§ 11 Samstarvsráð
Musikkskúlaskipanin, álitisfólk og varaálitisfólk verða umboðað í einum
samstarvsráði. Samstarvsráðið skal hava innlit í øll mál stovninum
viðvíkjandi, og verða avgerðir ikki tiknar, fyrr enn samstarvsráðið hevur
gjørt sítt tilmæli.
3.
kapitul
§ 12. Fyribilssetan
Kapitlið er um starvsfólk, sum er sett sum avloysari, tí at annað
starvsfólk er sjúkt ella er burtur av øðrum grundum ella sum er sett í annað
fyribilsstarv í styttri tíð enn 3 mánaðir. § 13. Barnsburður, ættleiðing og sjúka
Fyribilssett starvsfólk kemur undir javnstøðulógina og dagpeningalógina. § 14 Eftirsitiløn
Doyr
musikklærari í tænastutíðini, eiga hjúnafelagi/samlivari ella børn undir 21
ár, sum hann uppiheldur, løn í 3 mánaðir. Eftirsitilønin er seinast útgoldna
mánaðarlønin. Lønin í mánaðinum, tá ið musikklærarin doyr, verður ikki roknað
upp í eftirsitilønina. § 15 Uppsøgn
Setanin hjá fyribilssettum kann enda frá einum degi til annan. Setanin er
av við ongari fráboðan, tann dagin avtalað varð, tá ið starvsfólkið varð sett
í starv. Setanin kann verða longd, og verður tá at roknað sum ikki slitin. § 16 Aðrar setanartreytir
Fyri fyribilssett galda annars hesar ásetingar í kap. 2:
1)
§ 3 um setanarbræv,
er setanin longri enn ein mánað
2)
§ 5, stk. 3 um
lønarútgjalding
3)
§ 10 um frítíð
4.
kapitul
§ 17. Løn
Lærarastørv verða lønt eftir lønartalvum galdandi fyri henda sáttmála.
Stk. 2. Lærari, sum ikki lýkur treytirnar í § 2, stk. 2, fær 80% av
byrjunarlønini.
§ 18 Starvsaldur
Lærari verður løntur 2 ár á hvørjum stigi, treytað av, at undirvíst
verður í minsta lagi hálva tíð. Verður undirvíst minni enn hálva tíð, verður
starvsaldur roknaður lutfalsliga.
Stk. 2. Lærari, sum við loknari og góðkendari útbúgving hava undirvíst
ella havt annað tónleikastarv, fáa fullan starvsaldur roknaðan, hevur
arbeiðstíðin verið hálv ella meir.
Stk. 3. Tá ið viðurskiftini tala fyri tí, kunnu sáttmálapartanir gera
avtalu um starvsaldur eftir øðrum reglum.
§ 19 Flytisamsýning
Um musikklærari eftir áheitan frá Musikkskúlaskipanini verður settur
í nýtt høvuðsarbeiðsstað og í tí sambandi noyðist at flyta, verða
flutningsútreiðslur av húski og húsbúnaði samsýnt honum eftir rokning. § 20. Seravtalur
Í sáttmálatíðini skal bera til at gera seravtalur ímillum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Musikklærarafelag.
Stk. 2. So hvørt reglugerðir verða gjørdar kunnu
samráðingar verða um niðurskurð og samsýningar v.m., herundir broyting av
galdandi reglum. Avtalur, ið verða gjørdar í sáttmálatíðini, skulu galda frá
hálvársbyrjan í tí hálvárinum, avtalan er gjørd.
§ 21 Gildi
Hesin sáttmáli fær gildi frá 1. oktober í 2005 og til annar parturin
sigur upp sáttmálan við 3 mánaða varsli. Tó kann sáttmálin ikki sigast upp
fyrr enn í fyrsta lagi til 1. oktober 2010.
Á Argjum á 7. november 2008
Føroya Musikklærarafelag
Fíggjarmálaráðið
Fylgiskjal 1
Álitisfólkaskipan hjá Føroya
Musikklærarafelag
§1:
Til álitisfólk og
varaálitisfólk kunnu veljast limir í Føroya Musikklærarafelag, sum hava
lógarkravda útbúgving og minst ½ starv.
Álitisfólk
og varaálitisfólk verða vald í hesum økjum:
·
Suðuroy
·
Sandoy+Tórshavn
·
Vágar+Norðurstreymoy
·
Eysturoy
·
Norðoyggjar
Stk. 2: Nevndin skipar fyri vali av álitisfólkum og
varaálitisfólkum, í teimum ymsu økjunum á hvørjum ári fyri 1. oktober.
Valúrslitið skal staðfestast á ársaðalfundi felagsins.”
§ 2: Føroya Musikklærarafelag kunnar álitisfólkini um lógir, sáttmálar og
aðrar avtalur. Álitisfólkið eigur at ansað eftir at lógir, sáttmálar og aðrar
avtalur verða hildnar. Álitisfólkið, ið er talsmaður limanna, hevur saman við
leiðaranum á Musikkskúlaskipanini ábyrgd av, at limirnir verða kunnaðir og
tiknir við í ráðum um mál, ið viðvíkja arbeiðsplássinum.
Álitisfólkið skal eins og leiðslan syrgja fyri best møguligum samstarvi
og góðum arbeiðsviðurskiftum.
Álitisfólkið hevur tagnarskyldu.
§ 3: Álitisfólkið hevur rætt og skyldu til at leggja áheitanir og klagur frá
limunum fyri leiðaran á Musikkskúlaskipanini. Álitisfólkið skal vera
ráðgevandi fyri leiðaran á Musikkskúlaskipanini, Musikklærarafelag Føroya og
limir tess um arbeiðsviðurskifti, rættindi og skyldur.
Álitisfólkið
hevur skyldu til at kunna limirnar í økinum og Føroya Musikklærarafelag um
øll viðkomandi viðurskifti.
§ 4: Tá ið musikklærari verður sagdur úr starvi ella fær boð um at flyta
skúla, kann álitisfólkið leggja málið fyri Føroya Musikklærarafelag.
§ 5: Verður álitisfólk uppsagt, skal uppsøgnin viðgerast millum Føroya
Musikklærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Við uppsøgnini skal fylgja holl
skrivlig grundgeving fyri uppsøgnina. Hendan grundgeving verður grundarlagið
undir fundinum millum Musikklærarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Á Argjum á 7. november 2008
Føroya
Musikklærarafelag
Fíggjarmálaráðið
Fylgiskjal 2
Seravtala um lærarar ið undirvísa við fleiri
musikkskúlar
Við støði í § 4, stk. 4 hava Føroya Musikklærarafelag og Fíggjarmálaráðið
gjørt hesa avtalu.
Niðurskurður av undirvísingartíð í klokkutímum verður soleiðis:
1) Lærari sum undirvísir við 2 musikkskúlar við meira enn 55
km frástøðu millum undirvísingarstøðini, fær 0,5 tíma
niðurskurð um vikuna.
1a) Lærari sum undirvísir við 2 musikkskúlar og ferðast meira enn eina
ferð um vikuna millum undirvísingarstøðini og frástøðan faldað við 2 blívur
meira enn 55 km,
fær somuleiðis 0,5 tíma niðurskurð um vikuna.
2) Lærari sum undirvísir við 3, 4 ella 5 musikkskúlar við minst 35
km frástøðu millum tvey av undirvísingarstøðunum, fær
1,0 tíma niðurskurð um vikuna.
3) Lærari sum undirvísir við 4 ella 5 musikkskúlar, og
undirvísingarstøðini liggja nærri enn 35
km, fær niðurskurð á 0,5 tíma um vikuna.
4) Lærari sum ferðast sjóvegis millum undirvísingarstøð fær niðurskurð á
1,0 tíma um vikuna.
5) Minst helvtin av hesum niðurskurðstímum hjá tí einstaka læraranum
skulu avspákast í juni.
6) Avtalan er galdandi frá 1. august 2008 og kunnu partarnir siga hann
upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til tann 1. oktober 2010.
|
Tal av musikkskúlum
sum lærarin
starvast við |
Km
millum undirvísingar-
støð |
Niðurskurður
av undirvísingartíð
í klokkutímum
um vikuna
|
|
2
musikkskúlar |
55 km + |
0,5 |
|
3, 4 ella 5 |
35 km + |
1 |
|
4 ella 5 |
35 km |
0,5 |
|
|
Sjóvegis |
1,0 |
Framferðarháttur:
Punkt 4 kann
leggjast aftrat 1, 2 ella 3.
Punkt 1, 2 og 3
kunnu ikki teljast saman.
Á Argjum 7. november 2008
Føroya
Musikklærarafelag
Fíggjarmálaráðið
|