Álitisfólkaskipan

Sambært semju við Fíggjarmálaráðið hevur felagið sett í verk álitisfólkaskipan.

Álitisfólk og varálitisfólk verða vald í fimm økjum, og hesi eru vald:

Øki:                                        Álitisfólk:                            Telefon:                          Varaálitisfólk:

Suðuroy                                Cindy van der Leden        26 16 53                        Jens Knudsen

Sandoy og Tórshavn:           Andrea Heindriksdóttir    51 33 12                        Peder Riis-Jensen

Vágar og Norðstreymoy:     Katrin Jørgensen              25 76 93                        Annette Nielsen

Eysturoy:                              Christina Andersen           31 84 54                       Heðin Kambsdal

Norðoyggjar:                        Kjell M Orseth                  22 82 88                       Bogi Lützen 

 

Avtalan um álitisfólkaskipanin er annars soljóðandi:

Álitisfólkaskipan hjá Føroya Musikklærarafelag

§1: Til álitisfólk og varaálitisfólk kunnu veljast limir í Føroya Musikklærarafelag, sum hava lógarkravda útbúgving og minst ½ starv.

Álitisfólk og varaálitisfólk verða vald í hesum økjum:

 

 

·        Suðuroy

·        Sandoy+Tórshavn

·        Vágar+Norðurstreymoy

·        Eysturoy

·        Norðoyggjar

Stk. 2:Nevndin skipar fyri vali av álitisfólkum og varaálitisfólkum, í teimum ymsu økjunum á hvørjum ári fyri 1. oktober. Valúrslitið skal staðfestast á ársaðalfundi felagsins.”

§ 2: Føroya Musikklærarafelag kunnar álitisfólkini um lógir, sáttmálar og aðrar avtalur. Álitisfólkið eigur at ansað eftir at lógir, sáttmálar og aðrar avtalur verða hildnar. Álitisfólkið, ið er talsmaður limanna, hevur saman við leiðaranum á Musikkskúlaskipanini ábyrgd av, at limirnir verða kunnaðir og tiknir við í ráðum um mál, ið viðvíkja arbeiðsplássinum.

Álitisfólkið skal eins og leiðslan syrgja fyri best møguligum samstarvi og góðum arbeiðsviðurskiftum.

 

Álitisfólkið hevur tagnarskyldu.

§ 3: Álitisfólkið hevur rætt og skyldu til at leggja áheitanir og klagur frá limunum fyri leiðaran á Musikkskúlaskipanini. Álitisfólkið skal vera ráðgevandi fyri leiðaran á Musikkskúlaskipanini, Musikklærarafelag Føroya og limir tess um arbeiðsviðurskifti, rættindi og skyldur.

Álitisfólkið hevur skyldu til at kunna limirnar í økinum og Føroya Musikklærarafelag um øll viðkomandi viðurskifti.

 

§ 4: Tá ið musikklærari verður sagdur úr starvi ella fær boð um at flyta skúla, kann álitisfólkið leggja málið fyri Føroya Musikklærarafelag.

§ 5: Verður álitisfólk uppsagt, skal uppsøgnin viðgerast millum Føroya Musikklærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Við uppsøgnini skal fylgja holl skrivlig grundgeving fyri uppsøgnina. Hendan grundgeving verður grundarlagið undir fundinum millum Musikklærarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

                                                                                                                                                        Á Argjum, 7. november 2008

 

 

Føroya Musikklærarafelag                                                                                                                 Fíggjarmálaráðið